Revsing
Fyrrverandi leiðarin fyri russisku samráðingarnevndini, Mikhail Dementjev, sum
hevur leitt nógvar fiskivinnusamráðingar fyri Rusland, er dømdur 5 ára
fongsulsrevsing.
Hetta veit norska Fiskeribladet at siga.
Dementjev var næstformaður í samráðingarnevndini og hevði ábyrgdina av
samráðingunum vegna Rusland, tá ið hesar vóru við norðmenn um kvotur í
Barentshavinum í november ár 2000.
Sum samráðingarleiðari man Dementjev eisini vera kendur í Føroyum.
Tap fyri statin
Við russiskum keldum sum grundarlagi, skrivar Fiskeribladet, at Dementjev er
dømdur fyri at hava givið skeivar upplýsingar um kvotur í samband við
krabbafiskiskapin við russisku Kyrrahavsstrondina.
Skeivu upplýsingarnir skulu hava givið fiskimonnum, sum royna eftir krabba,
nakrar fyrimunir.
Dómsvaldið í Ruslandi metir, at Dementjev hevur ábyrgdina av einum tapi fyri
russiska statin uppá 1,5 miljónir dollarar.