Gav Jóan Símuni æruna fyri málið

Hallur Hansson helt, at toftamaðurin gjørdi alt forarbeiðið

Hallur Hansson kann fegnast um at hava skorað eitt av teimum vakrastu málunum føroyska landsliðið nakrantíð hevur skorað, men hann iðraði seg kortini um, at føroyska landsliðið ikki vann sær trý stig á heimavølli.

 

Viðvíkjandi málinum hevði Hallur meira hug at geva Jóan Símuni Edmundsyni æruna fyri málið, tí Hallur metti, at Jóan Símun gjørdi alt forarbeiðið, ikki minst við einari elegantari hælsending til Hall, sum sekundið aftaná beindi bóltin hegnisliga í málið.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum føroyski málskjúttin segði við Trónd Arge aftaná dystin. Fremst hoyrist frásagnin hjá Tróndi Arge av tí minniliga 1-1 málinum. Símun Samuelsen og André Olsen vóru viðmerkjarar til dystin á Rás2.