Gav allar konfirmasjónspengarnar burtur

NOREG: 15 ára gamla Nadia Alangeh úr Porsgrunn gjørdi eitt, ið bert fáir aðrir konfirmantar hugsa um: Hon gav burtur allan peningin til eitt vælgerandi endamál.

- Eg havi alt, sum eg havi brúk fyri. Men tað eru so mong onnur, sum ikki hava tað, sigur Nadia við Østlands-Posten.

Hon hevði kunnað brúkt upphæddina til koyrikort til prutl, teldu, fartelefon, klæðir og annað, men ístaðin valdi hon at geva allar tær 19.000 krónurnar til felagsskapin Læknar Uttan Landamørk.

- Eg havi hugsað um hetta áður, men hetta gjørdi bara hugin at lata peningin til onnur enn størri. Eg havi ikki tørv á peninginum, men tað eru tað onnur sum treingja hann meiri enn eg, sigur 15 ára gamla gentan.

Ikki óvæntað hildu fleiri av vinfólkum hennara, at hetta var ein sera løgin avgerð.

Faðirin, Hossein Alangeh er sera errin av dóttrini, sum altíð hevur havt egnar og sterkar meiningar um viðurskifti, heilt síðani hon var lítil.

At gávurnar so júst endaðu hjá hesum felagsskapinum undrar faðirin, og øll onnur, sera nógv.

- Tá eg spurdi hana, um hví hon ikki keypti sær eitt prutl ella eina Iphone, svaraði hon bara: ?alt hetta fer at verða oyðilgt, men hin gávan hevur æviga livitíð?. Og tað kundi eg ikki siga nakað til!