Gausdal Troll Masters

Unglingarnir Martin Poulsen og Olaf Berg úr Havn, stóðu seg avbera væl í siðvandu kappingini í Norra. Hinvegin gekst illa í hond hjá tveimum øðrum kendum føroyskum talvandlitum

Talv

Føroyingar luttaka alsamt meira í altjóða kappingum. Seinastu mongu árini hava vit eitt nú altíð føroysk umboð í vælkendu kappingini í Keypmannahavn, Politiken Cup, eins og útisetar royna seg í ymiskum kappingum kring norðanlond.
Gausdal Troll Masters varð telvað í døgunum 7-15. januar. Eyðun Nolsøe, Ólavur Simonsen, Martin Poulsen og Olaf Berg fóru allir við góðum treysti til kenda norska skístaðið í Gausdali, har talvkapping somuleiðis er á hvørjum árið.
60 telvarar luttóku, harav nakrir stórmeistarar og altjóða meistarar. Telvast skuldi tíggju umfør.

Avrikini
Eyðun, Martin og Olaf fylgdust allir á leið fyrstu 7-8 umførini. Tó varð tað serliga Olaf sum gjørdi bart við seg við góðum úrslitum móti telvarum við umleið 2250 ratingstigum. Martin hevði eftir átta umfør umleið væntaðu skoruna, meðan Eyðun var væl undir væntaðu skoruna, hóast sína 50 % skoru.
Ólavur hevði hinvegin sína ringastu kapping í mong ár, sum hann sjálvur vil vera við. Einki bar til. 2,5 stig varð úrtøkan undan seinastu tveimum umførunum, og eitt ratingskrædl stóð longu á skriftuni, líkamikið hvussu seinastu úrslit hansara blivu.

Endaliga støðan:
1GM Rozentalis8,0 av 10
2GM Miezis7,5
-
18Martin Poulsen6,0
25Olaf Berg5,5
34Eyðun Nolsøe5,0
45Ólavur Simonsen4,0

Við sínum góða endaspurti við tveimum sigrum, vann Martin sær fitt av rating. Olaf var umleið 2-3 stig yvir væntaðu skoruna eftir lokna kapping (!), og hevur helst vunnið seg yvir 2100 á føroyska listanum. Altjóða ratingtal hansara fer somuleiðis yvirum 2100-markið. Ein sera góð kapping hjá unglingunum báðum, og eitt gott tekin um teirra venjingarstøðu undan NM fyri unglingar, sum verður í Føroyum miðskeiðis í februar.
Tíverri fyri Eyðun og Ólavur, varð hendan kapping als ikki væleydnað. Serliga gekst illa í hond hjá Ólavi, sum missur um 60 stig á føroyska ratinglistanum. Eyðun má av við umleið 40 ratingstig. Aðrar kappingar koma eftir hesa kapping, og teir vilja sjálvsagt vinna síni ratingstig aftur skjótast gjørligt. Við teirra rutinu og eginleikum í huga, verður júst hetta neyvan nakar trupulleiki.
Norska stórtalentið, 12 ára gamli Magnus Carlssen (2279 ratingstig), ognaði sær sensationelt ein IM-norm. Hann er mettur at vera størsta talentið nakrantíð í norðanlondum, og fyrsti IM-normur hansara sum 12 ára gamalur prógvar sanniliga hesa meting. Magnus verður ivaleyst millum luttakararnir í NM fyri unglingar í Føroyum í februar.