Felagið, sum eigur Gatwick-floghavnina sunnan fyri London, hevur sett floghavnina á sølulista, og stjórin, Colin Matthews, viðgekk, at tað var við ringum tannabiti, at hann hevði lagt navn til avgerðina.
Sambært Reuters liggja fleiri feløg framvið at keypa, og serliga eru tað flogfelagið Virgin Atlantic og týska felagið Fraport, sum hava víst Gatwick áhuga. Fraport rekur frammanundan ta stóru floghavnina í Frankfurt. Leiðslan í Virgin Atlantic hevur boðað bretsku myndugleikunum frá, at felagið fer at royna at fáa fleiri feløg at taka seg saman til at bjóða.
Felagið BAA, sum eigur Gatwick, eigur seks aðrar floghavnir, men hevur fingið boð um at selja tríggjar, tí verandi eigaraviðurskifti eru kappingaravlaðandi. BAA var upprunaliga alment, men bleiv einskilt í 1986 og varð í 2006 selt einum sponskum felagi.
Sambært Reuters verður mett, at Gatwick kann seljast fyri millum 20 og 30 milliardir krónur.










