Gatufør spreinging í Oxford

Gátufør - og tó. Spreingingin kundi tykast gátufør, men tað var hon helst ikki kortini. Hildið verður, at tað var toran, ið sló niður í ein gasstanga, sum fór í luftina.

Fleiri bretskir miðlar skriva í kvøld um eina ógvusliga spreinging onkustaðni uttanfyri enska býin, Oxford.

 

BBC Oxford skrivar, at orsøkin til spreingingina helst var, at toran sló niður í gasstanga, og hetta verður eisini váttað av fyritøkuni, sum eigur gassið.

 

Fleiri sjónarvitni í býnum hava gjørt vart, at tey sóu eina eldkúlu, flákrandi ljós og royk á himmalinum.

 

Lokalávísin, Oxford Mail, skrivar, at tað hevur verið stórt útkall - ella útrykningur - við sløkkiliðsfólki til økið, har gasstangin fór í luftina.

 

- Vit hava havt hin mest ótrúliga torustormin nakrantíð. Stormurin kom burtur úr ongum, sigur eitt sjónarvitni, Ana Cavey, við Sky News.

 

Hon leggur aftrat, at toran eisini sló niður beint við húsini, har tey búgva, og hon sigur, at hendingin var ræðandi. 

 

- Streymurin er nú komin aftur, men vit hava verið uttan streym í alt kvøld, sigur Ana Cavey við Sky News.