Italski stríðsmaðurin Gennaro Gattuso fekk ein heldur løgnan skaða undir venjing hjá italska landsliðnum sunnudagin. Gattuso datt niður millum tveir beinkir, og smekkaði hondina í. Gattuso mátti leggjast undir skurð, og nú er greitt, at hann fær ikki spælt fótbólt næsta mánaðin. Í staðin fyri Gattuso hevur italski landsliðsvenjarin sent boð eftir Antonio Nocerino úr Palermo.










