Gatlin skjótari enn heimsmetið

Sjónband: Justin Gatlin úr USA rann skjótari enn Usain Bolt, men tíðin verður tó ikki skrásett.

Usain Bolt hevur seinastu árini verið einaráðandi yvirlegin á sprint-teinunum í frælsum ítrótti, og hann eigur eisini heimsmetið á kenda 100m-teininum, har skjótasta tíðin er 9.58 sekund.


Nú hevur kappingarneyti hansara, Justin Gatlin, runnið teinin enn skjótari, nevniliga 9.45. Tíðin verður tó ikki skrásett sum heimsmet, tí amerikanski rennarin hevði alt ov nógvan undanvind.


Teinurin varð runnin í eini japanskari undirhaldssending, har hann hevði 8,9 m/s av undanvindi frá nøkrum stórum viftum. Hann fekk 2 mió. yen (uml. 120.000 krónur) fyri at luttaka.


34 ára gamli Justin Gatlin, sum í 2006 fekk fýra ára bann vegna doping, verður mettur at vera størsti kappingarneytin hjá Usain Bolt til OL í Rio de Janeiro í summar.