Filmurin ?Gatas Gynt? verður frumsýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn nú hósdagin klokkan 19 Talan er um eina øðrvísi filmatisering av ?Peer Gynt? hjá Henrik Ibsen.
Fimsleikstjórin Hallvard Bræin fekk hugskotið til filmin og setti seg í samband við Njál Djurhuus, sum beinanvegin segði ja til at luttaka í hesum gevandi projekti.
Allir leiklutir eru spældir av heimleysum rúsmisnýtarum, sum Frelsunarherurin í Oslo hevur samband við ígjøgnum sína rúsumsorgan.
Kombinatiónin av vísdómi Ibsens og tulkingin hjá leikarunum, væl leikstjórnað av Hallvard Bræin, ger sýningina sera hjartanemandi. Filmurin er bygdur yvir 5. akt av ?Peer Gynt? hjá Henrik Ibsen.
Tað er, tá ið Peer møtir sìnum lívslygnum og stendur heilt einsamallur, hesin sjálvsdyrkandi keisarin, sum skuldi ráða yvir allari verðini, blívur úrlatin og má taka uppgerðina við seg sjálvan, áðrenn hann finnur sína náði, sín kærleika.
Møti millum orð Ibsens og sjónleikararnar er ein uppliving av teimum stóru.
Í filminum eru eisini dokumentarisk brot, har vit fáa innlit í lívið hjá leikarunum.
Aftaná sýningina verður pallborðsfundur. Í pallborðinum sita Njál Djurhuus, majorur, Hallvard Bræin, filmsleikstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri, Pál Weihe, yvirlækni og Magni Garðalíð, sum starvast í Herberginum. Poul Jákup Thomsen, ráðgevi, verður orðstýrari.
Tað er Elin Karbech Mouritsen, sjónleikari, sum hevur staðið fyri tiltakinum.