Tað var í 1888 at Jack the Ripper loypti ótta á í London, har hann fyrst drap og síðani lamløstaði minst fimm skøkjur frá august til novembur.
Nú sigur ein bretskur handilsmaður, at hann kann prógva, hvør mordarin er.
Russel Edwards fortelur í dagsins útgávu av Daily Mail, at hann, við hjálp av DNA-kanningum kann staðfesta, at tað var pólski jødin Aaron Kosminski, sum var Jack the Ripper.
Loysnin av morðgátuni byrjaði, tá Russel Edwards í 2007 keypti eitt sjál, sum eitt av ofrunum hjá Jack the Ripper, Catherine Eddowes var ílatin, tá hon var myrd. Russel Edwards vil vera við, at sjálið ongantíð er vaskað síðani tað kvøldið í 1888, og at tað tí var gjørligt, at finna restir av blóði og sáð á sjálinum.
DNA-royndir av blóðleivdunum gjørdu greitt, at sjálið veruliga var tað hjá Catherine Eddowes.
Í 2012 funnu teir sáðleivdir á sjálinum, og tað eru DNA-royndir av hesum, ið Russel Edwards sigur, hava loyst gátuna.
Russel Edwards vil vera við, at tann seki er Aaron Kosminski. Hann var hárskeri ikki langt haðani, eitt av ofrunum hjá Jack the Ripper var dripið, og var eina tíð undir illgruna av løgregluni, fyri at hava framt morðini. Løgreglan hevði tó ongantíð nøkur prógv móti Aaron Kosminski og tí varð hann ongantíð ákærdur.
Aaron Kosminski endaði sínar dagar, 53 ára gamal, á einum sjúkrahúsi fyri sinnissjúk.