Forkunnungt gastronomiskt slow-food á útoyggj

Tað verður forkunnugt hjá gestunum í Hattarvík at royna hesar skinkur, men fyribils mugu komandi gestirnir brynja seg við toli.

Í dag verða 16 stórar skinkur á 11 kilo hvør saltaðar á siðbundnan gamlan spanskan hátt, og hetta verður gjørt í Klaksvík.

 

Tá skinkurnar hava ligið í salti til einaferð millum jól og nýggjárs, verða tær hongdar upp í elligamla hjallinum niðri á bakkanum í Hattarvík.

 

Tað er Símun Gullaksen, sum á hvørjum sumri skipar fyri Floksmannadegi í Hattarvík, ið stendur aftanfyri hetta forvitnisliga átak.

 

In.fo skilir, at bjóðað verður til samkomu í Hattarvík, tá skinkurnar verða hongdar upp í hjallinum, helst stutt fyri ársskiftið.

 

Saltaðu skinkurnar verða so hangandi í Hattarvík - í brimi og sjóroki heilt til Floksmannadagin í juli í 2025, tá tær verða á matskránni fyrstu ferð.

 

Tað verður spennandi og forkunnugt hjá gestunum í Hattarvík at royna hesar skinkur, men fyribils mugu komandi gestirnir brynja seg við toli.

 

Hetta er sera forkunnugt, og vit kunnu siga, at skinkurnar í orðsins rætta týdningi verða gastronomiskt slow-food á útoyggj.