Heystið við slaktinum og góðu grøðini setir sín dám at hesa tíðina av árinum.
Farna vikuskiftið var Heystfagnaður á Eiði, har snúningsásin er seyðurin og alt, sum hevur við seyðin at gera.
Umframt at stórt fokus er á seyðin, er sjálvandi eisini fokus á tað, sum fæst burtur úr seyði og slakti.
Heystfagnaðurin hevur øll árini verið sera væl vitjaður, og soleiðis var tiltakið í ár einki undantak.
Eitt annað tiltak, sum eisini fagnar heystinum, hevur verið hugnaligi Eplafestivalurin, sum í nøkur ár hevur verið hildin í Trøðum á Sandi.
Men, hesin er líka sum ikki komin fyri seg aftur eftir korona. Tó verður vónað, at Eplafestivalurin verður tikin upp aftur næsta heyst.
Sandoyggin er vorðin kend fyri sína fantastisku grøði og nú síðst í oktober, vikuskiftið 28., 29. og 30., verður høvi at royna bæði grøði og lambskjøt.
Tá skipar matstovan Áarstova í Havn nevniliga fyri trimum gastromoniskum heystarkvøldum, sum fagna tí besta, vit eiga.
Her verður borðrreitt við kjøti av Sandi, Sumba og Norðadali og hópin av grønmeti av Sandi.
Harumframt verður alt gott aftur við, eins og her eisini verður høvi at royna forkunnugan røllikusnaps, sum eru búnaður í fleiri ár.
Áhugin fyri kvøldunum í Áarstovu er stórur, og leygarkvøldið 29. oktober er longu útselt.
Men, pláss eru eftir bæði fríggjakvøldið og sunnukvøldið, ávikavist 28. og 30. oktober, og fólk eru hjartaliga vælkomin at biðja um pláss.
##med2##