Gastro Hoydalar

Gutti Winther og Johan Mortensen skjóta nú upp, at Hoydalar verður ein tilfeingis- og gastronomidepil.

 

Sera nógv havnafólk og fólk kring landið hava góðar kenslur fyri umhvørvinum í Hoydølum. Nógv hava gingið í Studentarskúlanum og hava minnir um ta tíðina, og óteljandi eru tey fólkini, sum spáka gjøgnum hetta yvirhøvur órørda økið, har pollen-analysir vísa, at fólk hava verið har fyri 2000 árum síðan.

Hoydalar er Dna'ið hjá Tórshavn og ein partur av okkara samleika. Tað eru hópin av hugskotum um, hvat kundi verið gjørt við hesa náttúruperlu - eitt av vakrastu og veðurbestu grønu økjum í høvuðsstaðnum.

Ynskiligt er, at øll kunnu fáa gleði av økinum og ikki, at tað bert verður brúkt til íbúðir og parkering fyri nøkur fá. Hoydalar er ein av perlunum í Føroyum og at fara at gera hesa perlu til eitt íbúðarøki, er vandalisma og vil spilla Hoydalar og Boðanes.

Her er ein møguleiki hjá myndugleikunum veruliga at hugsa nýtt, og at okkara nýggja progressiva býráð, sum hevur ætlanir um at fríðka Havnina, lata Havnará upp aftur og annað, loftar møguleikanum fyri kreativari nýhugsan. Uppgávurnar hjá kommununi eru eisini aðrar enn at gera íbúðir, barnagarðar og ellisheim. Vinnulívið má ikki gloymast í Tórshavnar kommunu. Upplivingarbúskapur, innovatión og vinnulív má fáa topprioritet. Eldsálir brenna skjótt út, fáa tær ikki karmar og stuðul at realisera ætlanirnar. Latum okkum ikki gloyma, at Føroyar hava í dag tvær Michelinstjørnur!

Føroyar liva av matútflutningi og eini veksandi ferðavinnu. Um vit skulu vera við í heimselituni, so mugu vit fylgja við. Nýhugsan, nýmenning, útbúgving, gransking og samstarv eru lyklaorð. Við tí framúr rávøruni, vit hava, kunnu vit hava ein tilfeingisdepil í Hoydølum, ið mennir hesa vøru. Eitt Hoydalar Food-Lab. Gróðurstøðin í Hoydølum vil eisini verða ein partur av slíkum kreativum miðdepli.

Okkara fiskivinna í gastronomiskum høpi er alt ov niðurprioterað. Hoydalar Foob-Lab kann gerast eitt umhvørvi, har okkara sjótilfeingi - heimsins besta góðska - verður lyft upp í nýggjar hæddir við kokkum, tænarum, granskarum og innovatørum, sum kunnu menna nýggjar vørur og upplivingar.

Hugsanin er, at vit hava upplivingar, grønmeti, djór, handlar, matstovur, gransking, undirvísing - alt á sama staði í einum livandi umhvørvi, sum gagnar vanliga føroyinginum, høvuðsvinnuni og ferðavinnuni. Ein livandi miðdepil ið samstarvar og nýmennir.

Matstovuvinnan og ferðavinnan verða aftur tær stóru vinnurnar í Havn. Áðrenn koronu, vóru sløk 800 arbeiðspláss í matstovuvinnuni, og tá vit aftur fáa ferðafólk, fer hetta tal óiva at økjast nógv.

Men, fyri at verða í fyrstu røð, krevst hart arbeiði og góðir karmar. Hoydalar og tess bygningar eru eitt upplagt høvi til at lata okkara matstovuvinnu hava karmarnar at arbeiða við. Tórshavnar kommuna hevur her veruliga møguleika at sýna í verki, at man prioriterar okkara matstovu-og ferðavinnu - hana, sum Havnin skal at liva av framyvir.

 

Gutti Winther og Johan Mortensen