Gassverk sprongdist

Myndugleikarnir í amerikanska statinum Connecticut vita ikki, hvussu mong fólk vóru til arbeiðis, tá ein hørð spreinging var á einum gassverki har í gjár. Borgarstjórin í býnum Middletown segði á tíðindafundi í gjárkvøldið, at minst fimm fólk høvdu latið lív í spreingingini, og at tólv høvdu fingið skaða.

Umleið 200 fólk arbeiða á gassverkinum, men í morgun vistu myndugleikarnir ikki við vissu, hvussu mong teirra vóru á verkinum, tá spreingingin var.

Summir fjølmiðlar skrivaðu, at vanlukkan kann hava kravt umleið 50 mannalív.