Gassspreinging við San Fransisco

Minst 53 hús eru kolað upp eftir eina ógvusliga spreinging í einum bústaðarøki í amerikanska stórbýnum San Fransisco. Spreingingin var nærhendis floghavnini, og sambært myndugleikunum var tað ein gassleiðing sunnan fyri sjálvan býin, sum sprongdist.

Løgreglan hevur flutt fólk burtur úr økinum, tí vandi er fyri, at eldurin skal breiða seg við vindinum.

Fleiri San Fransisco-búgvar fingu illgruna um, at talan kundi vera um yvirgang, tí floghavnin er í grannalagnum, og í morgin er 11. september. Men sambært myndugleikunum er einki, sum bendir á, at talan var um nakað tílíkt, skrivar Reuters.