##med2##
Prísurin fyri nátúrgass gongur niðureftir, og hann hevur nú rakt lægsta støði, síðani kríggið í Ukraina brast á 24. februar.
Prísurin eru undir 570 krónur fyri megawatt tíman, sum er eindin, sum verður nýtt í Evropa. Vit skulu aftur til hálvan februar fyri at finna so lágan prís.
Tá gassið var dýrast í Danmark summar kostaði ein megawatt tími 2.500 krónur.
Í Føroyum lækkaði oljuprísurin í dag við 50 oyrum. Síðani russisku innrásina í Ukraina hava verið nógvar prísbroytingar, og 28. juni kostaði ein litur av gassolju í Føroyum 13,31 krónur, sum var 47,9 prosent meira enn 24. februar, tá ein litur av gassolju kostaði 9 krónur.
Men nú kostar ein litur av gassolju 10,25 krónur, sum er 13,9 prosent meira enn 24. februar.
(Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Ritzau hevði við Jens Nærvig Pedersen, greinara hjá Danske Bank).