Gassleiðing sprongd í luftina

Ein spreinging hevur í kvøld oyðilagt eina gassleiðing, sum verður brúkt til at senda gass úr Egypptalandi til Ísraels og Jordan. Egyptiska sjónvarpið sigur, at spreingingin var tætt við býin Al-Arish, sum er har norðuri í Sinai.

-Nakrir vápnaðir menn løgdu tvær fjarstýrrdar bumbur við rørleiðingina, og tær brustu, stutt eftir at menninir vóru farnir haðani, sigur sjónvarpið frá eygnavitnum.

Hetta er tað 13. álopið á eina egyptiska gassleiðing, síðani stýrið hjá Hosni Mubarak varð koyrt frá í fjør. Tað var Mubarak, sum gjørdi avtaluna við ísraelsku stjórnina um gass, og nógvir egyptar hava fýlst á, at Ísrael rindar ov lítið fyri gassið.