Skotska oljufelagið Cairn Energy hevur váttað, at felagið hevur rakt við gass í boringini í Vesturgrønlandi, og tað hevur fingið felagið at siga, at tað hevur góðar vónir um at finna olju har skjótt.
Men sambært Erling Stensby, professara á Danmarks Tekniske Universitet, nýtist gassið als ikki at vera nøkur fráboðan um, at olja erí økinum.
-Tað ber ikki til at siga, at felagið hevur funnið gass ella olju í Grønlandi, sigur Erling Stensby við DR. Hann sigur, at fyrr hava fólk varnast, at olja seyraði upp úr jørðini í Grønlandi, og at tað er als ikki óvanligt at finna gass í tunnum sandløgum.
-Hetta er lutfalsliga vanligt og kann ikki brúkast sum ábending um nakað olju- ella gassfund. Hinvegin vísir hetta, at tað er vert at halda fram at leita, sigur Erling Stensby.