Allan Mørkøre og liðfelagarnir í ÍBV vóru leygardagin í Keflavík, sum stríðist fyri at varðveita plássið í fremstu íslendsku deildini. Setningurin hjá ÍBV var at vinna og so vóna, at Víkingur, s.um stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting, fór at megna at gera okkurt við KR.
ÍBV, ið hevði Allan Møkøre sum sera væl upplagdan miðvallara, legði bragdliga fyri og kom á odda 1-0, og teir høvdu møguleikar fyri fleiri málum, millum annað hevði Allan Mørkøre okkurt fínt langskot í nógva vindinum, men hóast stóra yvirvág, so fingu teir ikki mál, og tá tað frættist, at KR var frammanfyri við tveimum og trimum málum á Laugazrdalsvøllinum og harvið hevði tryggjað sær meistaraskapin, samstundis sum ÍBV ? uttan mun til úrslitið í Keflavík ? fór at enda á øðrum plássi, fór luftin úr ballónini. Keflavík stríddist fyri søkini, og tríggjar minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin, javnaðu teir til 1?1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Leiftur væl við
Í Ólafsfirði megnaði Leiftur at vinna 2?1 móti Grindavík. Santos skoraði annað málið, og hitt varð skotið beinleiðis uppá fríspark. Uni Arge stríddist alla tíðina í álopinum, men tað eydnaðist honum ikki at koma á málskjúttaralistan hesa ferð.
Jens Martin stóð seg sera væl í málinum hjá Leiftri. Í 1. hálvleiki, tá støðan framvegis var 0?0, fingu mótstøðumenninir brotsspark. Jens Martin hálvbjargaði í fyrsta atløgu, sami maður, sum hevði skotið brotssparkið, fekk bóltin aftur, og enn eina ferð megnaði Jens Martin at bjarga. Tað var í stórum stíli, sigur Allan Mørkøre, sum hevði sæð málini í sjónvarpinum.
Í síðsta umfarinum skal ÍBV spæla á heimavølli móti ÍA, og mánadagin í komandi viku koma føroysku spælararnir heim til Føroya.