Gass til Pólands

Norska Statoil hevur skrivað undir ein sáttmála við pólendingar, sum skulu hava 2,5 milliardir rúmmetrar av gassi frá felagnum næsta ár ella í 2006.

Sum er keypa pólendingar eina hálva milliard rúmmetrar av gassi frá Statoil um árið, men seinasta heyst vildu pólendingar hava meiri. Síðani hava samráðingar verið um handilin, og nú er sáttmálin undirskrivaður.