Gass størri týdning í framtíðini

Oddagrein:

Tá tosað hevur verið um at leita eftir kolvetni eitt nú í okkara parti av heiminum, so hevur mest verður hugsað um olju. Gass hevur ikki fingið sama áhuga, tí tað krevur nógv meira av undirstøðukervinum at fáa gass til høldar. Henda gongdin er so við og við broytt, nú nýggj tøkni hevur gjørt tað møguligt lættari og bíligari at flyta gassið til brúkaran. Áhugin fyri gassi tykist eisini gerast alsamt størri, nú so nógv verður tosað um dálking og CO2 útlát, tí gass dálkar minni enn bæði olja og kol. Bæði tað at gass nú
kann flytast runt sum flótandi nattúrgass, og at aðrir útvinnuhættir eru funnir síðstu árini, ger, at gass óivað kemur at hava stóran týdning í orkunýtsluni framyvir. Og hetta kann fáa týdning fyri leiting eftir kolvetnum á Atlantsmótinum, ið vit eru ein partur av.

Fyri Føroyar eru hetta eisini góð tíðindi. Leitingin á landgrunninum fyllur skjótt 10 ár. Og hesi árini hava vit mest tosað um olju. Gass hevur líkasum verið eitt illavorðið orð. Spurningurin hevur verið: finna vit gass, hvat skulu vit so gera við tað! Nú eru vit bráddliga í teirri hepnu støðu, at fleiri gassfund eru gjørd vestan fyri Hetland. Feløg sum Total og Dong eru farin til tekniborðið at fáa gassið upp og at leggja gassleiðingar á havbotnin. Hetta gera tey eisini út frá tí sannroynd, at eftirspurningurin eftir gassi veksur, og at gass dálkar minni enn olja og kol.

Leitingin á landgrunninum heldur annars fram, og um hálvt ár verður borurin settur í aftur. Tað er oljufelagið ENI, sum hesaferð fer at royna seg. Og tað hugaliga er, at jarðfrøðingar sum heild, ið kenna til undirgrundina, har borað verður, eru rættiliga bjartskygdir. Teir siga, at Anne Marie leiðin tykist goyma lykilin til fleiri av teimum jarðfrøðiligu forteytum, sum skulu vera til steðar fyri at kunna goyma olju í undirgrundini. Vit skulu eisini leggja okkum í geyma, at ENI boraði ein turran brunn á landgrunninum fyri nógvum árum síðani og var meira ella minni við at pakka saman her, tá nýggjar tulkingar av seismikkinum frá Anne Marie leiðini vístu seg at vera rættiliga positivar.

Tað er eisini vert at hava í huganum, at stutt frá hesi leiðini, á bretskum øki, heilt tætt upp at markinum, er gjørt eitt rættiliga stórt fund, nevnt Cambo. Sannlíkt er, at henda keldan verður útbygd. Jarðfrøðin báðumegin markið tykist rættiliga meinlík, og er tað helst eisini ein av orsøkunum til, at vónirnar til eitt Anne Marie fund eru so mikið góðar. Og tá kunnu vit so heldur ikki lata vera við eisini at spæla okkum við tankan, ið ikki er so ókendur aðrastaðni eitt nú í Norðsjónum, at oljukeldur ganga tvørtur um mark. Henda giting hevur jú eisini verið frammi um Rosebankelduna, sum er funnin longur norðuri við markið.

Hesaferð er tað so olja dyrgt verður eftir, tí leitileiðin liggur so langt frá kendum og ætlaðum infrakervi. Men tað skuldi í hvussu er verið positivt fyri eina føroyska kolvetnisframtíð, at bæði gass og olja nú eru áhugaverd fyri leitifeløgini. Og tess meira verður funnið og bygt út í grannalagnum, tess betri sær roknistykkið út fyri okkum eisini.