Gass framtíðar orkukelda

Tey síðstu 30 árini er gassnýtslan í heiminum tvífaldað, og í dag er gass ein líka týdningarmikil orkukelda sum olja og kol

Gass

Hetta segði stjórin fyri natúrgass í StatoilHydro, Rune Bjørnson, á altjóða gassráðstevnu í Argentina í gjár, sambært blaðnum Offshore. Mettu gassgoymslurnar í heiminum eru eisini hækkaðar sera nógv. Tey síðstu 20 árini eru gassgoymslurnar hækkaðar við 75%. Gass telur 22% av samlaðu orkunýtsluni í heiminum.

Bæði tað at gass nú kann flytast runt sum flótandi nattúrgass, og at aðrir útvinnuhættir eru funnir síðstu árini, ger, at gass óiva kemur at hava stóran týdning í orkunýtsluni framyvir. Tað, at aðrir útvinnuhættir verða nýttir nú - til dømis "skifergass" - ger, at mettu goymslurnar eru vorðnar nógv størri síðstu árini, sjálvt um nýtslan er hækkað nógv.

Eitt annað, sum ger, at størri fokus verður á gass sum framtíðar orkukelda, er, at minni C02 útlát er í gassi enn í olju, og nógv minni enn í koli.

Hóast øll eygu higartil mest hava verið vend móti oljugoymslum í undirgrundini, so kann gass koma at fáa ein týðandi leiklut millum Føroyar og Hetland í framtíðini. Gass kann nevniliga gerast ein avgerandi partur av menningini av økinum vestan fyri Hetland komandi árini. Stór olju- og gassfeløg leggja í løtuni seinastu hond á eina risastóra útbyggingarætlan í økinum, sum skal seta hol á tær fyrstu gasskeldurnar, ið hava ligið og bíðað. Ein íløga í infrastruktur fer at gera eina gassframleiðslu meira lønandi. Gasskeldurnar liggja eisini so nær føroyska markinum, at verður gass funnið í føroyskum øki, kann tað gerast lønandi at taka tað upp við m.a. at brúka komandi infrastrukturin eystan fyri markið.