Tá X Factor í kvøld verður sent, eru tað sangir hjá kenda danska bólkinum Gasolin, ið eru á skránni.
Og í sendingini vitjar ein av limunum í Gasolin, nevniliga Søren Berlev, ið leikti trummur í Gasolin. Hann fer at leika trummur í sendingini í kvøld, meðan luttakararnir syngja gamlar Gasolin sangir.
Kim Larsen, fyrrverandi oddamaður í Gasolin, hevur alment sagt, at honum dámar onki slíkar sendingar sum X Factor.
Men tað hevur so eydnast DR at fáa fyrrverandi trummuleikaran í Gasolin at luttaka í sendingini, og tað gleðast óivað nógvir Gasolin fjepparar um.
Gasolin var fremsti rockbólkur í Danmark í sjeytiárunum, og eftir at teir fóru hvør til sítt fyrst í áttatiárunum, hevur navnið Gasolin ? og tónleikur teirra ? yvirlivað, og nýggj ættarlið hava tikið tónleikin til sín, so Gasolin enn er at meta millum tey fremstu tónleikanøvnini í Danmark.