Gasolin legenda sóknast eftir Kim Larsen guitara

Talan er um ein Fender Telecaster hjá Wili Jønsson. Guitarin hevur verið horvin í 25 ár.

Guitarin hevur verið horvin í meira enn 25 ár, men nú skal guitarin finnast.

 

 

Jeppe Bjørnberg Hansen, ið fyrireikaði minningarhaldið fyri Kim Larsen í Keypmannahvn, hevur eftirlýst henda Fender Telecaster guitaran, og tað ger hann vegna Wili Jønsson, fyrrvernadi bassleikara í Gasolin, og konu hansara Katrine Jensenius.

 

 

Wili Jønsson átti guitaran, ið er árgang 1966-67, men Kim Larsen lænti hann í Gasolin tíðini. Kim Larsen hevði eisini guitaran seinni, til guitarin varð stolin í Svøríki í 1993, tá eisini bussurin hjá bólkinum Bellami hvarv.

 

 

Vónirnar eru ikki so stórar um at síggja guitaran aftur, men eigararnir høvdu fegnast, um hetta ber til. Mett verður, at guitarin í dag hevur virði á eini 50.000 krónur, men hinvegin verður trupult at fáa hann seldan, tí so mong kenna guitaran.

 

 

Kemur guitarin afur í aftur, so er eitt boð, at hann skal á Rocksavnið í Roskilde, sambært Jeppe Bjørnberg Hansen.