Fyri ikki so langari tíð síðani útkom filmurin um stóra danska 70ara orkestrið. Nú fáa vit søguna um orkestrið. Serliga leggur søgan dent á teir báðar Franz Beckerlee og Kim Larsen, ið ongantíð kundu semjast. Hin eini vildi syngja fólksligar og elskaðar sangir a la Højskolesangbogen, og tað var hesin Kim, ið gjørdist hin fólkakæra stjórnan over them all. Franz Beckerlee vildi spæla psykedeliskan 70ara rokk og blues á besta american stile. Her kom mangt rok, og endinvar at orkestrið varð upployst.
Her leggja teir ikki fingranar ímillum. Alt skal við, serliga á eykafløguni, ið er við, er ein lítil dokumentarfilmur, har teir fýra frá Gasolin møtast og lurta eftir einari Gasolin plátu.
Hetta er ein DVD- fløga, ið er verd at ogna sær ella leiga. Serliga tey sum eru komin uppí árini, fáa nógv burtur úr hesi útgávuni, ið luktar eitt sindur av minnismentan og nostalgi.
Fyri okkum sum eru yngri er hetta endeliga møguleikin at hoyra søguna um hetta orkestrið, ið vit vóru for lítil at kenna ordeliga.
Sum heild ein góð útgáva.
****(**)
4 stjørnur av 6
DVD – 2 fløgur.
Fæst í handlunum nú.