Gascoyne hevur sagt upp hjá Toyota

Tekniski stjórin í formel 1 liðnum hjá Toyota Mike Gascoyne segði í gjár upp. Gascoyne kom til Toyota, aftan á sera góð úrslit hjá Jordan og Renault. Hann verður sæddur sum ein av dugnaligastu sniðgevunum í formel 1, og var hjá Toyota eisini ein tann hægst lønti.

Tað er ósemja við ovastu leiðsluna í Toyota, um hvussu tekniski parturin av liðnum skal rekast, ið er beinleiðis orsøk til uppsøgnina. Leiðslan hjá Toyota, suspenderaði hósdagin Gascoyne orsakað av ósemjuni, hetta fann Gascoyne seg ikki í og segði upp.
Tað er ivasamt, at Gascoyne fer at ganga arbeiðsleysur leingi, tí fleiri formel 1 lið munnu longu hava ringt til hann.
Toyota fer sambært Eurosport, at seta franskmannin Pascal Vasselon, ið kom til Toyota frá Michelin í fjør, í starvið sum tekniskur stjóri.