Enski fótbóltsspælarin Paul Gascoigne skal møta í rættinum, aftaná at enska ákæruvaldið hevur reist ákæru móti honum fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina kvinnu umborð á einum toki í summar.
Tað var 20. august í ár, at fyrrverandi enski landsliðsleikarin bleiv handtikin á tokstøðini í norðurenska býnum Durham, tí ein kvinna hevði meldað hann fyri kynsligan ágang umborð á tokinum. Ágangurin hendi meðan tokið koyrdi millum York og Durham.
Ákæruvaldið hevur upplýst, at ein maður er ákærdur fyri kynsligan ágang, tí hann hevur rørt við eina kvinnu uttan hennara samtykki.
51 ára gamli Paul Gascoigne hevur á sosialum miðlum noktað seg sekan, men málið kemur fyri rættin 11. desember.
Paul Gascoigne spældi 57 landsdystir fyri Ongland og fekk status sum hetja í heimlandinum undir HM 1990. Sum leikari spældi hann millum annað við Newcastle United, Tottenham Hotspur, Lazio og Rangers.









