Í kvøld er sonevnd Hóskvøldskonsert í Sirkus í Havn við parinum Gary Wright og Leah Weiss úr Annapolis, høvuðsstaðnum í amerikanska statinum Maryland.
Gary & Leah spæla amerikanskan upprunatónleik. Á enskum Roots music. Siðbundnar stílar sum Appalachian old-time og Country við einum hinti av Bluegrass.
Snurrandi violinlinjur, tætt samanspæl og góðir harmoniir er tað, ið eyðkennir Gary & Leah.
Hóskvøldið hevur parið í Sirkus. Gary á vokal og gittara, Leah á vokal og gittara og Mikael Blak á bass.
Konsertin byrjar kl. 21.00 og aftaná diskar spónin.