Fyrst eitt sindur um yrkjaran: Gary Snyder var føddur 8. mei í 1930 í San Fransisko, Kalifornia. Hann hevur lisið mannfrøði (antropologi), enskar bókmentir, kinesiskt og japanskt. Yrkingar hansara snúgva seg ikki so nógv um umhvørvisvernd sum tær snúgva seg um náttúruna. Tað kemur týðiliga til sjóndar, at hann hevur drúgvar royndir og upplivilsir frá náttúruni, og skrivar hann tískil meiri um hvussu náttúran er háttað, hvussu hon livir og hvønn týdning hon hevur. Eisini leggur ein merki til hansara tokka til og virðing fyri náttúruni; ikki bert í Norðuramerika, har hann er uppvaksin, men kring allan heimin. Hansara kendasta yrkingasavn er óivað ?Turtle Island? (1974), sum hann fekk Pulitzer virðislønina fyri.
Frágreiðing um útlegging
Av tí at samrøðan varar ein góðan hálvan tíma, og inniber mong brot, har hugt verður nærri at yrkingunum, og onnur brot, ið eru friðing og umhvørvisvernd óviðkomandi, og upp aftur onnur ið eru fyri amerikanarar burturav, havi eg valt ikki at endurgeva samrøðuna orðarætt, men heldur umseta innihaldið og útleggja tað sum eina samanhangandi eind.
Niðanfyri standandi samandráttur er frá eini samrøðu við amerikanska yrkjaran, Gary Snyder, ið fór fram í 1991 og var stílað fyri av Don Swaim, ið er journalistur og rithøvundur, og hevur arbeitt við útvarpi meginpartin av sínum lívi. Samrøðan snýr seg um skógirnar í Norðuramerika, skógarídnaðin har og varðveitslu av friðaðum økjum.
Samandráttur av samrøðuni
Fyrst í 1800 talinum í New England ruddaðu amerikanarar trøini fyri at fáa brenni og fyri at koma fram at málmi, koli og øðrum. Gary Snyder sigur, at sjálvt um trøini koma aftur (nøkur eru komin aftur), er tað ikki vist um træ-og vakstrargóðskan verður tann sama, sum hon upprunaliga var. Hetta má og skal takast hædd fyri, tá trø verða feld. (Rit. Viðm.: Tá ið trø verða burturbeind á ein hátt, har eitt heilt øki verður ruddað í senn, burturbeinist samstundis eisini grundarlagið hjá nógvum djórasløgum eins og plantusløgum - ein skógur er nevniliga ikki bert ein rúgva av trøum, ið eru savnað á einum stað, men eitt vistfrøðiligt búøki hjá plantum og djórum. Hesi djór og plantur eru við til at syrgja fyri einum góðum vakstrar- og trivnaðar-grundarlagið hjá trøunum; so tá trø verða plantað aftur, er tað gamla umhvørvið við plantum og djórum burtur, og vilja trøini tískil ikki trívast og mennast líka væl).
Stríðið ímóti skógarrudding skal ikki fremjast við at binda seg til ein bulldosara ella til eitt træ; ein skal fáa hendur á upplýsing og kunnleika, ið er betur enn tann hjá skógarídnaðinum, sum t.d. betri kort yvir økið, betri vistfrøðiligan kunnleika um skógirnar, skilja hvussu teirra telduskipanir virka, og arbeiða við skógarídnaðinum og vegleiða ídnaðin við teirri upplýsing vit hava, fyri at bøta um teirra telduskipanir. Skógarplanurin er skipaður við teldum og tølum, sum halda eyga við hvussu skógurin trívist (veksur, minkar), og um timburídnaðurin fer fram við skili og skynsemi.
Snyder nevnir eitt dømi, har fólkið við Miðjarðarhavið longu í 5. øld fyri Krist og frameftir, ruddaði so mikið av skógunum burtur, at hitin har turkaði jørðina upp í so stóran mun, at stór trø, sum t.d. eikitræið, komu ongantíð fyri seg aftur og eru nú burtur fyri altíð. Hetta hevur ein plantuvakstrar kanning víst; men tað eru tey fáu, sum vita av hesum.
Um at virða
Ein stórur spurningur er: virða vit aðrar verur enn menniskja? Hví og hvussu? Svarið til ?hvussu?, er við lóggevingum um varðveiting sum t.d. ?National Environmental Policy Act? (ein lóg í USA, sum Nixon forseti undirskrivaði í 1970, har í tað stendur, at umhvørvisvernd skal vera eitt ovaliga raðfest (prioriterað) mál). Spurningurin um ?hví? samfelagið fremur slíka lóggeving, hvat er tilelvingin (motivatiónin), er truplari at svara. Eitt nú er ringt at skilja hví ein ikki má órógva eitt skógarøki vegna nakrar fáar uglir, tí sum Gary Snyder sigur, so skal landið/staturin mennast, og í tí tilgongdini verður ofta hugsað, at vit uttan ivað kunnu vera nakrar uglir fyri uttan; og leggur so afturat, at tað er trupult at argumentera ímóti slíkum sjónarmiðjum, tí øll ynskja framburð í samfelagnum. Snyder sigur, at um tað er trupult at fáa tað at geva meining við hesi varðveitslu, kann ein gera sum hann, og síggja ta náttúru ein er vaksin upp í sum sítt grannalag. Plantuvøksturin og djórini eru ein partur av okkum og vit eru ein partur av teimum. Ein hevur ongan rætt til at dálka ella oyðileggja grannalagið. (Rit. Viðm.: Ein hevur ábyrgd fyri sínum grannalagi. Tað er ikki eins egin ogn, men eitt stað ein hoyrir til saman við øðrum; og hetta gevur eina kenslu av felagsskapi og ábyrgd; ein verður góður við sítt grannalag og vil varðveita tað fyri børnini hjá sær, men eisini fyri seg sjálvan, tí tað er heimligt at kenna aftur teir runnar, trø, áir, klettar, blómur grasfløtur, fjøll og heyggjar, sum mynda grannalagið; tað er kenslan av staðkenning, tað at kenna seg aftur í tí ein er umgyrdur av, ið fær ein at kenna seg heima og siga við seg sjálvan: hetta er mítt grannalag, her er mítt heim).
Heilag jørð
Norðuramerikanskir indianarar søgdu fyri nøkrum árum síðan við Gary Snyder, sum tá var formaður í jarðarráðnum við vesturstrondina í USA, at teir høvdu nakra heilaga jørð, sum stjórnin ætlaði at oyðileggja. Snyder segði stjórnini frá hesum, og hon spyr so hvørja landanýtslu kategori ?heilag jørð? hoyrir undir. Tað verður skemtað eitt sindur aftur og fram við hesum, men so rennur Snyder í hug, at kring allan knøttin er heilag jørð sum t.d. kirkjujørð, gravstaðir, støð og øki til gudadýrkan og tilbiðjan. Eisini nevnir Snyder nationalparkirnar í USA (t.d. Yellowstone park og Grand Canyon) sum landøki, ið eru friða og vera vird og sæð sum halgir staðir. Vit hava ikki altíð tørv á, ella rættari, tað er ikki altíð neyðugt við eini rationella og skilagóða frágriðing og grundgeving fyri at varðveita eitt landøki; kanska vit bara (kundi) kenna okkum eitt sindur betur við ikki at oyðileggja eitt øki, sum onkur ynskir at friða. Tað gevur eisini komandi ættarligum høvi at síggja og uppliva hetta friðaða økið.
Gary Snyder tosar eitt sindur um senbuddhatrúgv (Snyder gjørdist senbuddhistiskur munkur, ta tíðina hann búði í Japan), har hann sigur eina venjing vera at sita stillur (zazen) og meditera í ein hálvan tíma, sum hann ger hvønn dag. Í tí hálva tímanum tú situr, skal tú ikki hugsa um arbeiði ella nakrar aðrar skyldur, tí tað eru átrokandi og kanska eisini streingjandi (stressandi) tankar og áminningar, sum órógva sinnið. Við at hugsa um einki, ella at hugsa um himmalhválvið og náttúruna, sum jú bara er har og passar seg sjálv, lættist sinnið, og tú vil kenna nøgdsemi og gleði við tað sum er, hóast tey syndarligu og óhepnu elementini í tilveruni.










