Gary Neville: Takk fyri meg!

36-ára gamli Gary Neville hevur spælt við Manchester United síðani hann í 1991 skrivaði sáttmála við felagið. Hann var ein partur av ?Class of ?92? hjá Manchester United, sum uppforstaði leikarar sum David Beckham, Paul Scholes, Nicky Butt, Ryan Giggs og Phil Neville.

 

- Eg havi verið Manchester United viðhaldamaður alt mítt lív og havi livað allar mínar dreymar her. Eg eri keddur um at mínir dagar sum leikari eru aftanfyri meg, men tað hendir fyri okkum øll, sigur Gary Neville í tíðindaskrivi.

 

Høgri bakkurin hevur spælt 602 dystir fyri Manchester United sambært almennu Manchester United heimasíðuni. Hann hevur vunnið Champions League, átta Premier League meistaraheiti, tríggjar FA Cup, tvær Liga Cup og eina FIFA World Club Cup. Gary Neville var skaddur næstan alt kappingarárið 2007/08 og er tí ikki noteraður fyri at hava vunnið Champions League í 2008. Hann gjørdist í 2005 liðskipari hjá Manchester United.

 

- Tað eru so nógv fólk eg vil takka, men ovast á tí listan er sjálvandi Sir Alex Ferguson. Hann hevur givið mær so nógvar møguleikar og hevur mangan stuðla mær yvir tey seinastu tjúgu árini. Hann er avgjørt ein av teimum bestu venjarinum og eg má takka honum fyri tað, sigur Gary Neville.

 

Gary Neville er eisini tann høgri bakkurin í Onglandi, sum hevur spælt flest landsdystir. Teir blivu heili 85 í tali frá 1995 til 2007. HAnn umboðaði Ongland í HM endaspælinum í 1998 og 2006, umfram at hann umboðaði Onglandi í EM endaspælinum í 1996, 2000 og 2004.

 

Gary Neville er illa dámdur í millum annað Liverpool og Manchester City fyri hendingar, har hann hevur víst ovurhonds stóra gleði, tá Manchester United hevur vunnið á arvafíggindunum. Av somu orsøk er hann elskaður av Manchester United viðhaldsfólkunum!

 

Í Onglandi tosa miðlarnir um, at SkySports hava víst Gary Neville áhuga sum viðmerkjara.