Gary Neville fingið venjarastarv

Heldur brádliga er fyrrverandi Manchester United-leikarin settur í starv í Spania

Síðani hann steðgaði fótbóltsyrkisleiðina í 2011 hevur nú 40 ára gamli Gary Neville gjørt um seg á bretska sjónvarpsskíggjanum, har hann er blivin ein viðurkendur viðmerkjari hjá Sky Sports. Hetta yrkið verður Neville tó noyddur at leggja frá sær, tí at nú eru boð eftir honum úr sunnaru helvt í Evropa.

 

Spanska Valencia hevur nevniliga kunngjørt í dag, at nýggi venjari teirra verður Gary Neville. Felagið, ið má metast at vera ein av teimum heilt stóru aftanfyri Real Madrid og Barcelona, hevur ikki staðið seg væl í La Liga í ár. Eftir 13 umfør er Valencia nummar níggju við 19 stigum. Hetta hevði við sær, at nú fyrrverandi venjarin, Nuno Santo, varð koyrdur úr starvi.

 

Danskir miðlar hava róð uppundir, at Michael Laudrup fór at gerast venjari hjá Valencia, men nú verður tað ístaðin legendariski høgribakkurin, ið fyri fyrstu ferð nakrantíð sleppur at royna seg sum høvuðsvenjari. 

 

Leygardagin spælir Valencia ímóti ongum øðrum enn Barcelona. Tá verður tó ongin Gary Neville á venjarabonkinum, tí at hann byrjar ikki fyrr enn í næstu viku. Tó verður Neville-ættin umboðað leygarkvøldið, tí at hjálparvenjarin hjá Valencia er Phil Neville, ið sum flestum kunnugt er beiggi Gary. Phil Neville stendur á odda fyri Valencia leygarkvøldið, og eftir hetta verður tað altso brøðraparið Neville, ið skal royna at leiða Valencia ímóti teimum sponsku fótbóltstindunum.