Gary Lineker hevur meldað seg í kórið hjá Joachim Low, um at fáa smátjóðir úr HM-undankappingini. Eftir at Ongland vann 5-0 á San Marino á Wembley skrivaði fyrrverandi enska landsliðshetjan og nú sjónvarpsverturin á Twitter, at nú er tíðin komin til eitt undanspæl millum smátjóðirnar.
– Vónandi eru vit komin hartil, at tey lægst styrkismettu londini skulu spæla eina innanhýsis undankapping, fyri at vinna sær rættin til at spæla á hesum støðinum. Hetta er blivið høpileyst, skrivar Gary Lineker.
Undir dystinum skrivaði hann eisini, at hetta var lætt hjá Onglandi, og legði afturat at tað var ein meiningsleysur dystur. Hann fær mótstøðu á Twitter, har fleiri brúkarar eru ósamdir. Teir vísa á, at hetta hendir eina ferð um árið, og at øll lond hava rætt at luttaka í eini undankapping. Og so eru tað tey, sum grava í øllum ósigrunum hjá Onglandi til HM-endaspølini, og spyrja um tað skal verða Ongland, ið avgerð hvør sleppur við.
Í Týsklandi hevur eisini verið ein ávís mótstøða móti luttøkuni hjá smátjóðum í undankappingunum. Serliga týski landsliðsvenjarin, Joachim Low, hevur verið frammi við hesum boðskapinum fyrr.