Gary Hooper skoraði fimm

Tá skotsku meistararnir, Celtic, í dag vunnu tryggan 5-0 sigur á Hearts, so fer serliga ein leikari at minnast dystin.

 

Gary Hooper skoraði nevniliga øll fimm málini í dystinum – tað triðja upp á brotsspark.

 

Tvær ferðir var Hooper á rætta stað og kundi seta bóltin í málið langt inni í málteiginum, og sendi síðani eitt brotsspark í netið til hálvleiksstøðuna 3-0.

 

Celtic hevði alt spælið, og í 66. minutti rundaði Hooper Hearts málverjan, og so var 4-0. Tríggjar minuttir fyri tíð var Gary Hooper aftur á rætta stað og fullførdi skoringina.

 

Celtic er fyri langari tíð síðani vorðinb meistari, ikki minst takað verið einari revsing til Rangers, sum varð frátikið 10 stig.

 

Ikki tí – Celtic hevði verið blivin meistari kortini, tí nú kappingin er liðug, hevur Celtic 93 stig, meðan Rangers hevur 73.