Gary Glitter sekur í siðamisbroti

Glitter er funnin sekur íí siðamisbroti.

Rockstjørnan Gary Glitter funnin sekur í ákærunum um at hava gjørt seg kynsliga inn á børn

 

Miðlar hava longi fylgt málinum, at Glitter hevur verið ákærdur, og nú er so dómur fallin og hann er funnin sekur.

 

70 ára gamli sangarin er dømdur fyri neyðtøku, í trimum førum at hava verið ósømiligur, og í einum føri at hava havt kynsligt samband við gentu undir 13 ár.

 

Paul Gadd, sum veruliga navn hansara er, varð frídømdur í trimum ákærum, og hann noktar seg annars sekan í øllum.

 

Gary Glittar hevur áður sitið 3 ár handan rimar í Vietnam fyri at hava havt kynsligt samband við ungar gentur.

 

Gary Glitter var á tónatindunum í sjeytiárunum.