Gary Brooker úr Procol Harum er deyður

Bretski sangarin Gary Brooker er deyður. Hann er kendur sum oddamaður í bretska rockbólkinum Procol Harum, har hann stóð á odda í eini 55 ár.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at Brooker hevði krabbasjúku.

 

Procol Harum kenna tey flestu fyri sangin A Whiter Shade of Pale, ið kom út í 1967.

 

Brooker spældi síðstu ferð við bólkinum í 2019.

 

Umframt hevur hann á síni yrkisleið eisini framført undir egnum navni. Eftir hann sita millum onnur konan Franky. Tey giftust í 1967.

 

Gary Brooker gjørdist 76 ára gamal.