Gary Bailey: David Moyes er tann rætti maðurin

Farnu dagarnar hevur Gary Bailey, sum var málverji hjá Manchester United millum 1978 og 1987, vitjað í Føroyum. Vitjanin hevur verið í samband við eina workshop, sum varð á Hotel Hafnia ígjár.

 

Gary Bailey heldur, at Alex Ferguson er tann besti venjarin, sum nakrantíð hevur verið, og at Sir Alex dugir bæði at verða eitt gott menniskja, og ein harður venjari. Gary Bailey, sum vardi málið hjá Manchester United millum 1978 og 1987 heldur, at David Moyes fer at ráðføra seg við Alex Ferguson, og fer ikki at gera nakrar óneyðugar broytingar í Manchester United.

 

Undir greinini ber til at hoyra eitt ljóðbrot við einari samrøðu við Gary Bailey.