Føroya Rættur hevur dømt ein mann at sita í fongsli í fýra mánaðir fyri at smugla rúsevni til Føroya.
Í fyrra lagi er hann dømdur fyri at hava smugla 11,3 gramm av amfetamin og 123,6 gramm av hassji til Føroya.
Rúsevnini hevði hann ballað saman í sjey klumpar, sum hann hevði stungið upp í baktarmin.
Í øðrum lagi er hann dømdur fyri at hava havt fýra gramm av hassji og 1,6 gramm av amfetamini, umframt eina skeið við amfetamini á. Hesi rúsevnini fann løgreglan tá ið hon rannsakaði bústaðin hjá honum.
Maðurin er garvaður smuglari og er fleiri ferðir áður dømdur fyri at smugla rúsevni til Føroya, eisini rættiligar stórar nøgdir.
Summir av dómunum hava verið harðir tí í einum føri varð han dømdur at sita í trý ár og í øðrum førum hevur hann fingið nakrar mánaðir í fongsli.
Rætturin legði dent á, at tað vóru skerpandi umstøður, at maðurin hevði til endamáls at selja rúsevnini í Føroyum og at hann er revsaður so ofta fyri at smugla rúsevni.
Tí varð hann dømdur at sita í fýra mánaðir, samstundis sum at hald er lagt á tey ólógligu evnini.