Garvaðir rokkarirspæla til dans í Hvalba

Leygarkvøldið 25. mars, fer sera vælumtókti bólkurin Slick at spæla til dans í Roynhøllini í Hvalba. Slick er júst afturkomin av sera væleydnaðari ferð í Íslandi

Dansur

Um vikuskiftið fáa suðuroyingar sum dáma rokktónleik forvitnslisliga vitjan. Leygarkvøldið fer tónleikabólkurin, Slick, at spæla til dans í Roynhøllini í Hvalba.
Slick er ein nýggjur bólkur, men tað skal ongin lata seg lumpa av, tí í talan er nevniliga um ógvuliga royndar tónleikarar við nógvum árum á baki á føroyska rokkpallinum:
Bæði Jens Tummas Næs, sum spælir bass og syngur og Hans Ravnsfjall, ið spælir Gittar og syngur, eru kendir úr bólkinum All That Rain. Høgni Zachariassen, er eisini kendur sum ein frálikur gittarspælari úr gamla bólkinum Ikaroz, men hesa seinastu tínina hevur hann ikki gjørt naka ðserligt við tónleikin, men handalagið hevur hann ikki mist. Og aftanfyri trummurnar situr ein sannur veteranur, Torkil Johannesen, sum hevur spælt í fleiri orkestrum.
Slick er ein bólkur, ið varð settur saman til stuttleika, nú All That Rain liggur í dvala eina tíð.
Men ikki kann sigast annað, enn at tað hevur verið boð eftir teimum, tí eir hava spælt rættiliga nógv og seinasta vikuskiftið vóru teir í íslandi, har teir vóru so væl fagnaðir, at íslendingar vilja hava teir aftur.
Tónleikurin, sum Slick spælir, er fyri tey, sum eru vaksin upp við rokktónleiki av ymsum slagi, tó mest fyri tey í yngru ættarliðunum, tí teir hava alt møguligt á skránni, heilt frá Rolling Stones til Pink, sum eru á 15 teimum bestu í løtuni.