Garrvilt málmet

Tað tók bara eitt korter, so hevði innskifti Robert Lewandowski vent 0-1 til 5-1

 

 

Tað stóð einki til hjá Bayern München, sum í hálvleikinum í dagsins dysti móti Wolfsburg var aftan fyri 0-1.

 

Okkurt mátti gerast, og Pep Guardiola valdi tí at senda pólska Robert Lewandowski á vøllin. Ein klók avgerð, má sigast.

 

Tí tað gingu bara seks minuttir, áðrenn stóri framherjin hevði javnað, og so gekk tað annars skjótt fyri seg. Lewandowski skoraði í 51., 52., 55., 57. og 60. minutti, og so vísti talvan 5-1. Altso fimm mál upp á bara níggju minuttir!

 

Við hesum skrivaði Lewandowski seg í týsku metbøkurnar. 14 aðrir spælarar hava gjøgnum tíðirnar skotið fimm mál í einum og sama dysti í bundesliguni. Men eingin teirra gjørdi hetta upp á bara níggju minuttir. Gamla metið í so máta átti Dieter Höeness, sum í 1984 brúkti 22 minuttir um síni fimm mál móti Eintracht Braunschweig.

 

Skjótasta hat-trick higartil átti Gerd Müller við fýra minuttum, men hetta megnaði Lewandowski so eisini í dag. Hinvegin rakk hann ikki metinum, sum Dieter Müller úr Köln setti í 1977, tá hann skeyt seks mál í dysti móti Werder Bremen.