Garnaveiða: Sera smáligt í vetur

Hóast fiskiskapurin hjá garnaskipum sum heild hevur verið sera smáligur í vetur, sær nú heldur frægari út.

- Tað hevur verið sera smáligur fiskiskapur í vetur, men nú sær betri út.

 

Tað sigur skiparin á garnaskipinum Oknini, Dánjal Jakup Kristiansen, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini. 

 

Men, hann veit eisini at siga, at teir seinastu túrarnir hjá teimum kortini hava verið brúkiligir - ikki minst tí, at prísurin á svartkalvanum hevur verið góður, umleið 35 krónur fyri kilo.

 

Henda dagin í vikuni, tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, høvdu teir fiskað í fýra dagar og høvdu 20.000 pund, nú teir landaðu á Toftum.

 

Hýrurin á monnum var góður, nú teir høvdu gjørt ein brúkiligan túr. Ætlandi fór Oknin avstað aftur seinni í hesi vikuni, og manningin telur 10.

 

Trý skip fiska annars svartkalva við gørnum. Tey eru Oknin, Váðasteinur og Thor.