Garnaskipini givið hall í fleiri ár

Raksturin hjá garnaskipum batnar helst eitt vet í ár í mun til í fjør.

Talið av garnaskipum er minkað árini 2008 til 2012 úr sjey niður í fýra skip.

 

- Øll árini í hesum tíðarskeiði hevur raksturin hjá hesum skipum givið hall. Tó hava úrslitini verið frægari árini 2011 og 2012 enn árini undan.

 

Tað sigur grannskoðaravirkið Januar í sínari greining av fiskiskipaflotanum.

 

Lagt verður aftrat, at fyrstu seks mánaðirnar í 2013 øktist veiðinøgdin nakað, samstundis sum prísurin fyri garnafiskin var á leið tann sami.

 

- Vit vænta, at úrslitið hjá garnaflotanum fyri 2013 verður eitt vet betri enn í 2012, sigur Januar.

 

Garnaskipini eru tey elstu í føroyska fiskiskipaflotanum við einum miðalaldri á 48 ár.

 

Myndin er tilvildarliga vald.