Garnaskip hava brúkiligan fiskiskap

Fimm av teimum smáu trolbátunum fiska havtasku eystan fyri og á Skeivabanka, og teir landa allir í næstu viku.

Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Bæði hava brúkiligan fiskiskap.

Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap. Skipini eru nýliga byrjaði túr. 

 

- Partrolararnir koma inn aftur at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru.

 

Tveir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Ein fiskar longu, og hin fiskar stinglaks og annan djúvatnsfiski.

 

- Vit rokna við, at báðir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa síðst í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. 

 

Lagt verður aftrat, at fimm av teimum smáu trolbátunum fiska havtasku eystan fyri og á Skeivabanka. 

 

- Trolbátarnir hava brúkiligan fiskiskap og koma allir inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.

 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Vit vænta, at bæði garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Bæði hava brúkiligan fiskiskap.