Fýra skip hava landað á Toftum í dag, og meginparturin av veiðini var havtaska. Dýrasti fiskurin fór fyri 40 krónur fyri kilo Tíðliga í morgun landaðu garnaskipini Nim og Drelnes á Toftum. Skipini eru bæði heimahoyrandi í Suðuroy. Tey høvdu ávikavist 15.000 og 13.400 pund, meginparturin havtaska.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at ein partur av veiðini hjá skipunum fór fyri heili 40 krónur fyri kg.
Í dag hava eisini trolbátarnir Vesturfarið, sum er heimahoyrandi á Argjum og Tindur, sum er heimahoyrandi á Strondum, landað á Toftum.
Vesturfarið hevði 17.600 pund og Tindur 12.000 pund.
Ein stórur partur av veiðini hjá Vesturfarinum var havtaska, meðan veiðan hjá Tindi var eitt sindur meira blandað ? við havtasku, toski og hýsu.
Á Landingarmiðstøð Føroya á Toftum siga tey, at línuskipið Eysturoyingur kemur í morgin. Teir fóru til fiskiskap 22. mars og hava eini 66.000 pund inni, harav eini 40.000 pund er hýsa.
Eysturoyingur hevur roynt undir Føroyum.
Kanska verður onkur landing á Toftum fríggjadagin eisini, men tað var ikki greitt, tá vit frættu í morgun.
Tá Portalurin var fram við bryggjuni á Toftum í morgun, stóðu Heðin Davidsen og Andrias í Túni og tóku ímóti kassum, sum komu upp úr Vesturfarinum.
- Nei, hetta er ikki tann stóri dagurin í dag. Hetta eru smáir bátar, og tað er skjótt at fáa fiskin upp úr teimum, segði Andrias í Túni í stuttum práti.










