Um vikuskiftið skipaði Hundaeigarafelag Føroya, HUFF, fyri árligu tjóðarframsýningini.
Ikki færri enn 80 hundar vóru við og væl av fólki vitjaði hendan dagin.
Dómarin var Paul Stanton, ið er breti, men býr í Svøríki.
Á myndini sæst hundurin ið fekk heiti Best In Show. Fríðhild Debes sýndi Garfield, sum er ein Basset Hound (eigari: Lars Múller)
Nr. 2 gjørdist Matilda Ceni við Diesel, sum er ein pomeranian, ið Sigrid Sivertsen eigur.
Nr. 3 gjørdist Nina Brockie við Bono, sum er ein dvørgagravhundur hjá Harriet Høgnesen)
Nr. 4 gjørdist Jacobina Niclasen við Nalu, ið er ein tervueren, sum Jacobina Niclasen eigur.
Huff er eitt felag ið arbeiðir undir evropiska felagnum, FCI. Endamálið er at ala sunnar rasuhundar bæði í sinn og skinn. Dómararnir skulu verða góðkendir av FCI fyri at kunna døma.
Fólk ið møta til slíka framsýning eru ofta tey ið eru við hundunum. Men eisini fólk ið ynskja sær rasuhund koma at hyggja og heilsa upp á hundar, og tosa við hundaeigarar um krøv og sinnalag hjá rasunum, sum tey eru áhugaði í. Í ár vóru umleið 35 rasur við og tað er avbera nógv, tá ið hugsað verður um okkara lítla land.
- HUFF arbeiðir við at betra umstøðurnar hjá hundaeigarum og teirra fýrbeintu vinum. Felagið skipar fyri, umframt árligu framsýningina, hundavenjingum, upplýsing um hundahald, upplýsing um hundarasur og hundaaling, barn & hund skeiðum, sigur felagið.
Heimasíða felagsins er www.huff.dk









