Allir teir mongu fjeppararnir hjá Premier League liðunum ganga kykir í hesum døgum. Spenningurin er sera stórur um hvønn feløgini fara at keypa til hópin, sum skal royna seg komandi kappingarár.
Sambært bretska blaðnum "Sunday People" glapp tað úr munninum hjá høvuðsvenjaranum hjá Manchester United, Louis van Gaal ígjár, at eitt yvirraskilsi er á veg. Sunday People heldur, at talan er um Gareth Bale, sum leingi hevur verið settur í samband við Manchester United.
Keldur, sum hava tætt samband við Manchester United hava váttað yvirfyri Sunday People, at Gareth Bale framvegis er á radaranum hjá Manchester United.
Fyri tveimum árum síðani kostaði Gareth Bale Real Madrid 85 miljónir bretsk pund.
Sambært einum øðrum bretskum blaði, "The Daily Mail" ætlar Louis van Gaal at ogna sær málverjan hjá Ajax Amsterdam, Jasper Cillessen, um David de Gea endar í Real Madrid.










