Gareth Bale í býti fyri David de Gea

Enskir miðlar halda seg vita, at ein stórur býtishandil er ávegis

Enska blaðið "Sunday People" heldur seg vita, at ein stórur býtishandil millum Manchester United og Real Madrid er ávegis.

 

Býtishandilin gongur út uppá, at Gareth Bale kemur til Manchester, meðan málverjin, David de Gea fer til Madrid. Haraftrat skal Real Madrid fáa eina upphædd áljóðandi 50 miljónir bretsk pund. 

 

Samstundis vil Manchester United ikki rinda Monaco 43 miljónir bretsk pund fyri 28 ára gamla, kolumbianska framherjan, Radamel Falcao. Men fyri ein lægri prís vil United heldur enn gjarna tryggja sær framherjan.

 

Blaðið "Sunday Times" veit at siga, at um ikki Manchester United tryggjar sær Falcao, so skulu bæði Arsenal, Liverpool og Manchester City verða til reiðar at tryggja sær undirskriftina hjá Radamel Falcao.