Gareth Bale: 18.000 krónur um tíman

Heimsinsdýrasti fótbóltsspælari er júst kunngjørdur á Santiago Bernabeu í Madrid. Hann fær 18.000 krónur um tíman.

 

Umframt at gjalda áleið 750 milliónir krónur til Tottenham, so skal Real Madrid eisini gjalda løn til 24 ára gamla walisiska vongin. Tað er ikki smávegis løn, sum Gareth Bale fær. Árliga lønin liggur um 136 milliónir sambært spanska blaðnum Marca. Um mánan fær hann 10,5 milliónir.

 

Tað svarar til 370 túsund krónur um dagin, ella 18.000 krónur um tíman. Tað er 300 krónur um minuttin.

Nú er ein heimasíða, sum fylgir við hvussu nógv Gareth Bale hevur fingið í løn. Viðkomandi, sum hevur gjørt heimasíðuna heldur skemtiliga fyri, at longu aftaná 10 sekund hevur tjent nokk til at keypa sær døgurða.

Til ber at fara á heimasíðuna við at trýsta HER.

 

Gareth Bale bleiv á middegi í dag vístur fram sum Real Madrid spælari frammanfyri fleiri 20.000 áskoðarum. Hann hevur gjørt ein seks ára sáttmála. Tað eru 816 milliónir krónur í løn til Gareth Bale, um lønin verður tað tann øll seks árini.