»Gardar« verður yvirtikin mánadagin

Og sama dag sum skipið verður yvirtikið, fær »Gardar« navnabroytan til »Norðborg«. Og í gjár landaði »Norðborg« sína seinastu last í Noregi og fekk navnabroytan til »Norðborg II«. Mánadagin verður »Næraberg« helst eisini yvirtikin, so hetta verður minniligur dagur í Klaksvík

Ólavur í Beiti


Tað er Pf. Hvalnes í Klaksvík sum eigur bæði »Gardar« og »Norðborg«, og nú »Gardar« verður yvirtikin mánadagin yviri í Noregi, í Haugesund, verður »Norðborg« tikin úr flotanum og samráðingar eru í løtuni við felag í Ghana í Afrika at keypa »Norðborg«.

Fríggjadagin legði »Norðborg« sína seinastu last upp í Bodø í Noregi og sama dag fekk skipið navnabroytan til »Norðborg II«.


28 mans

Mánadagin verður so »Gardar« yvirtikin av føroyska felagnum og fær sama dag navnabroytan til »Norðborg«.

Og sambært Pf. Hvalnes, so verður útgerð tikin umborð beinanvegin og seinni í vikuni er so ætlanin at fara til fiskiskap, so skipið kemur ikki hendavegin nú.

Helvtin av manningini er í Noregi í løtuni og riggar skipið til, og seinni verður hin helvtin av manningini flogin yvir til Noregs, helst við leiguflogfari.

Tá ið farið verður til fiskiskap við »Norðborg« verður manningin 28 mans. Av hesum koma 9 norðmenn at vera við frá byrjan, verður sagt frá reiðarínum.


400 mió. krónur

Tað er stórur dagur í Klaksvík mánadagin, tí um sama mundi, sum Pf. Hvalnes yvirtekur »Gardar«, verður helst eisini stóri trolarin »American Empress«, sum JFK Trol í Klaksvík skal hava, yvirtikin. »American Empress« hevur nú fingið navnabroytan til »Næraberg«, og týsdagin ella mikudagin verður hann í Føroyum, tá vit fara at hoyra meiri um hesa áhugaverdu verkætlan.

Samlaðu íløgurnar hjá hesum báðum vinnufyritøkum í Klaksvík liggja um 400 milliónir krónur, so á mangan og ein hátt er hetta minniligur dagur í Klaksvík.