Garasjufromasja, skelfie og kelvarenning

Nógv ymisk tiltøk eru í Sundalagnum komandi vikuna, nú skipað verður fyri mentanardøgum í Sunda kommunu.

Í ár er tað listin, sum stendur í hásæti í Sunda kommunu og millum annað vitjar Bank Nordik við nøkrum málningum úr sínum stóra savni í Hvalvíkar skúla.

Okkurt meiri forvitnisligt og lokalt er eisini. Eins og undanfarin ár, verður skipað fyri túrinum Hvønn kennir tú á Oyri leygardagin? Oyrarfólk lata garagur, kjallarar, loft og havar upp fyri øllum, sum hava hug at vita, um tey kenna onkran á Oyri. Til ber at síggja framsýningar, hoyra tónleik og upplestur, syngja við, dansa og mangt annað. Og sjálvandi verður garagufromaga á Café Skel-inn, har eisini fer at bera til at taka eina SKELfie. Tiltakið byrjar við eini Oyrafiku í havanum hjá Bergi og Lis á Hornavegi 15.

 

Leygarkvøldið verður eisini bókaframløga í Tjørnuvík, har Høgni Mohr leggur fram bók sína um túrarnar á damusúkkluni hjá dótrini.

Sunnudagin verður skipað fyri Kelvarenning. Rennarar renna úr ymisku bygdunum í Sundalagnum og savna saman kelvur, sum síðani verða handaðar borgarstjóranum við Eydnuniá Oyrarbakka.