Í nevndini í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum sita Jóhannes Eli Iversen, Malan Marnersdóttir og Jenny C. Petersen.
Thorvald Poulsen var garðyrkismaður í Havn. Hann hevði vakstrarhús og urtagarð sín við R. C. Effersøesgøtu. Hann hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin, tí hann helt, at tey ungu við listarligum evnum skuldu fáa ein møguleika afturat til at fáa stuðul til at nema sæ rútbúgving.
Í testamentinum ásetti Thorvald, at nevndin skuldi ver a sett saman av formonnum í Føroya Lærarafelag og í Listafólkasambandinum og rektarin á Fróðskaparsetrinum skuldi verða formaður. Tí er nevdnin mannað við Jenny C. Petersen, fyrisitingarleiðara í Leikhúsinum Gríma, og Jóhannes Eli Iversen, lærarafelagsformanni og Maluni Marnersdóttir.
Harafturat vildi Thorvald, at grunnurin skuldi handa gávur sínar á føðingardegi sínum, sum var 8. februar. Hann hevði fylt 92 ár sunnudagin.
Í 2001 gav grunnurin á fyrsta sinni gávugóðs, og tað fekk Rannvá Kunoy, listamálari og síðani Master í myndlist frá The Royal College of Art í London. Grunnurin vildi við einum kekki upp á 60.000 kr vísa, at hann stuðlar teimum, sum seta sær høg mál.
? Árið 2001 royndist grunninum so væl fíggjarlig, at tað bar til at lata tríggjar gávur. Petur Elias Askham Guttesen, rithøvudnur, og Teitur Árnason, filmsleiksstjóri, fingu hvør sínar 25.000 kr og Andras Olsen, trombonleikari, fekk kekkin við 60.000 kr, sigur Malan Marnersdóttir.
Í fjør var tað Tróndur Bogason Hansen, komponistur, sum fekk eina gávu upp á 60.000 kr.
? Higartil hava tískil fimm ung listafólk fingið gávur úr grunninum, og tær hava vignast væl. Móttakararnir hava allir ment seg víðari og eru komnir longir á listarligu menningarleiðini, segði Malan Marnersdóttir, tá hon handaði teimum trimum ungu listarfólkunum gávugóðsið fríggjamorgunin.